Komið øll við og spælið føroyskt

Komið øll við og spælið føroyskt
Tónleikasamband Føroya heitir á so mongum sum gjørligt at seta føroyskan tónleik á breddan til Spæl føroyskt-vikuna 4. til 10. mars
Spæl føroyskt-vikan skal seta føroyskan tónleik og tónleikamentan á breddan
 
13.02.2024 - 14:44

Aftur í ár skipa Tónleikasamband Føroya (TSF) og Kringvarp Føroya (KVF) í felag fyri eini Spæl føroyskt-viku frá sunnudegnum 4. mars til leygardagin 10. mars.

Hesa vikuna verður føroyskur tónleikur burturav av hoyra í útvarpinum hjá KVF, men eisini verður nógvur livandi føroyskan tónleikur at hoyra um alt landið 

Spæl føroyskt vikan endar við, at skipað verður fyri Faroese Music Awards (FMA) leygarkvøldið 10. mars. 

 

Bara hugflogið setur mørkini

Í fjør vóru tað fleiri dagstovnar, skúlar, spælistøð, kirkjur, kommunur og onnur, sum tóku undir við átakinum Spæl føroyskt.

Vónin hjá TSF er, at enn fleiri vilja vera við í ár. 

"Tað kann vera alt frá framførslum til framløgum, og frá felagssangi til tónleikakaffi heima í stovuni. Bert hugflogið setur mørkini," skrivar TSF í tíðindaskrivi.

TSF vísir eisini á, at tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við. 

 

Soleiðis gert tú

Tað er sera einfalt at gerast partur av Spæl føroyskt vikuni:

Tey, sum skipa fyri einum ella fleiri tónleikatiltøkum í døgunum 4. til 10. mars, skulu bara boða TSF frá á booking@musikk.fo. So gerast tiltøkini partur av Spæl føroyskt-skránni.

Tónleikasamband Føroya varpar ljós á skránna í tøttum samstarvi við KVF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772