Amerikanskur hjálparpakki til Ukraina og Ísrael

Amerikanskur hjálparpakki til Ukraina og Ísrael
Senatið hevur samtykt hjálparpakkan upp á 600 milliardir kr., men málið skal eisini fyri umboðsmannatingið
HJálparpakkin er samtyktur í senatinum, men skal eisini góðkennast í umboðsmannatinginum. (Savnsmynd)
 
13.02.2024 - 16:11

Amerikanska senatið hevur samtykt uppskot um at lata 95 milliardir dollarar í hjálparpakka til millum annað Ukraina og Ísrael.

Tað svarar til góðar 660 milliardir krónur.

Hjálparpakkin hevur verið nógv umrøddur av amerikonskum politikarum, og hóast senatið nú hevur samtykt uppskotið, skal uppskotið eisini samtykkjast í umboðsmannatinginum, har tað liggur nú, skrivar DR sambært CNN.

Donald Trump, sum stillar uppaftur til forsetavalið seinni í ár, hevur sagt, at fíggjarligi stuðulin eigur at verða veittur sum lán, sum skal rindast aftur.

Samtykkir umboðsmannatingið hjálparpakkan, skal peningurin millum annað brúkast til at stuðla Ukraina, veita Ísrael hjálp í trygdarviðurskiftum, og stuðul til humanitera hjálp í Gasa, á Vestara áarbakka og í Ukraina, skrivar danska kringvarpið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946