Alexander Stubb nýggjur forseti í Finnlandi

Alexander Stubb nýggjur forseti í Finnlandi
Minni enn 99.000 atkvøður vóru millum Stubb og hitt valevnið, Pekka Haavisto.
Alexander Stubb fekk 51,6 prosent av atkvøðunum og verður nýggjur forseti í Finnlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2024 - 08:28

Konservativi Alexander Stubb vann forsetavalið í Finnlandi í gjár.

Alexander Stubb fekk 51,6 prosent av atkvøðunum og liberali Pekka Haavisto 48,4 prosent. 

Stubb vann valið í 261 kommunum,  m.a. í stóru kommununum Esbo, Vanda og Vasa.

Haavisto vann í 48 kommunum, m.a. í Helsingfors, Tammersfors. Uleåborg og Åbo.

Minni enn 99.000 atkvøður vóru millum Stubb og Haavisto.

 

Alexander Stubb og hitt valevnið, Pekka Haavisto, sum ynskir nýggja forsetanum til lukku við valinum. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Viðgekk tapið

Pekka Haavisto boðaði í gjárkvøldið frá, at hann hevði tapt forsetavalið fyri Alexander Stubb. Teir heilsaðust, og Haavisto ynskti Stubb blíðan byr sum forseti.

Veljarakanningar vístu undan valinum, at Stubb fór at fáa 51,4 prosent og Haavisto 48,6 prosent.

Stubb er royndur í politikki. Hann hevur verið forsætisráðharri, uttanríkisráðharri og limur í ES-tinginum.

Og nú hann tekur við som forseti, fer hann úr professarastarvi á lærdum háskúla í Italia.

Alexander Stubb verður 13. forsetin í Finnlandi og tekur við starvinum eftir floksfelaga sín, Sauli Niinistö.

Les meira um finska forsetavalið her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946