Ungur orgulspælari fekk gávugóðs

Ungur orgulspælari fekk gávugóðs
Ari Hammer Joensen, tónleikari, fekk í gjárkvøldið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, 40.000 kr.
Ari Hammer Joensen.
 
09.02.2024 - 05:40

Ari Hammer Joensen, tónleikari, fekk í gjárkvøldið gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, 40.000 kr.

Ari Hammer Joensen er 19 ár.

14 ára gamal fór hann at spæla orgul.

Hann hevur síðani tikið organistútbúgving hjá Gudmundi Mortensen og tónleikamiðnám. 

Í fjør heyst byrjaði Ari á Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Í grundgevingini hjá nevndini í grunninum stendur millum annað, at umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul.

Tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. 

Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. 

Sunnudagin spælir Ari Hammer Joensen í Vesturkirkjuni, tá gudstænasta er har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791