Donsku Specktors á G!

Donsku Specktors á G!
Tað legst javnt og samt afturat við nøvnum, sum skulu spæla á G! festivalinum í summar. Í dag eru donsku hipphoppararnir í Spektors kunngjørdir
Spectors eru í dag ein duo, tí bæði Sluzh og Drøidal hava takka fyri seg í bólkinum, so tað eru Wanner og JonasForFanden, ið manna bólkin. 
Mynd: Pressumynd, Spectors  
 
30.01.2024 - 10:43

Tónleikastjórin á G!, Høgni Lisberg, hevur lovað, at ársins festivalur verður eina veitsla.

Í dag boðar G! í tíðindaskrivi frá, at donsku hipphoppararnir Specktors úr Dragør koma at spæla á G! í summar, sum verður hildin í døgunum 18 - 20. juli í Syðrugøtu. 

 

Unz Unz

Specktors bleiv stovnaður í 2008 av Sluzh, Jonas For Fa'en, Wanner og Anders “Drysset” Drøidal. 

Teir hava hittað stórt við sagnum sum "Lågsus", har teir fáa hjálp frá Medinu, "Hellerup Ansigt // Amar røv", "Gutterne" og ikki minst "Unz Unz". 

Spectors eru í dag ein duo, tí bæði Sluzh og Drøidal hava takka fyri seg í bólkinum, so tað eru Wanner og JonasForFanden, ið manna bólkin. 

Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað, skrivar G! í tíðindaskrivinum. 

 

Spennandi skrá

G! festivalurin hevur kunngjørt fleiri nøvn seinastu mánaðirnar. 

Íslendski Of Monsters And Men verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins G!, og tað verður føroyska Eivør eisini.

Knút Háberg Eysturstein og Einangran vera eisini á skránni, umframt at spennandi norska Ash Olsen eisini er kunngjørd. 

 

>>G! festivalurin hevur eisini at spælilista á Spotify við tónleiki, sum verður at hoyra á festivalinum í summar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791