Ísland: Krevja endurgjald fyri mista hvalaveiðu

Ísland: Krevja endurgjald fyri mista hvalaveiðu
Endurgjaldskrav frá felagnum Hvali og arbeiðarafelagnum á Akranesi kann vera heilt upp í 200 mió. kr. í okkara pengum
Partafelagið Hvalur vil hava endurgjald, tí felagið slapp ikki at skjóta hval í slakan hálvan triðja mánað í fjør.
 
29.01.2024 - 08:31

Íslendska partafelagið Hvalur hevur boðað íslendska ríkinum frá, at tað fer at krevja endurgjald, tí felagið slapp ikki at skjóta hval í slakan hálvan triðja mánað í fjør.

Hvalaveiðan var steðgað dagin fyri, hon skuldi byrja.

Endurgjaldið kann vera heilt upp í 200 milliónir krónur í okkara pengum.

Tá er kravið hjá arbeiðarafelagnum á Akranesi talt við.

Og felagið hjá teimum, sum eru við teimum báðum hvalabátunum, fer eisini at krevja endurgjald. 

Altingsins umboðsmaður segði, at Svandís Svavarsdótt­ir, ráðharri, hevði ikki lógarheimild til at steðga hvalaveiðuni.

Hvalur vil hava málið avgreitt sum skjótast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109