Elias 44. besti hondbóltsspælarin í heiminum

Elias 44. besti hondbóltsspælarin í heiminum
Tveir hondbóltsnørdar hava eftir síni sannføring skipað 50 av bestu hondbóltsspælarunum á ein lista
Sambært listanum hjá tveimum hondbóltsnørdum er Elias Ellefsen á Skipagøtu nr. 44 á listanum yvir heimsins bestu hondbóltsspælarar.
 
29.01.2024 - 12:00

Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir við THW Kiel, er nr. 44 á listanum hjá monnum yvir bestu hondbóltsspælarar í heiminum. 

Á norsku heimasíðuni Topphandball.no hava tveir hondbóltsnørdar eftir síni sannføring skipað 50 av bestu hondbóltsspælarunum á ein lista.

Og sambært teimum, eru Elias Ellefsen á Skipagøtu nr. 44, framman fyri Mihajlo Marsenic úr Serbia, Nikola Karabatic úr Fraklandi, Nikola Bilyk úr Eysturríki, Dean Bombac úr Slovenia, Martin Costa úr Portugal og Magnus Abelvik Rød úr Noregi.

 

Øll, sum hava fylgt við EM, eru fallin fyri Føroyum, og serliga fyri Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Stig Aa. Nygård og Rasmus Boysen, hondbóltsnørdar.

 

Fallin fyri Føroyum

Um Elias skriva teir, at 'øll, sum hava fylgt við EM, eru fallin fyri Føroyum, og serliga fyri Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Ungi maðurin stóð á miðjuni og skipaði alt, sum Føroyar gjørdu í álopinum. Hann skjýtur og spælir bóltin víðari, og er ein av heimins allar bestu spælarum til at lesa spælið. Men hann spælir við evarska lítlum rásarúmi, og skiftir millum tað geniala og vónleysa í hondbóltsfelagnum Kiel. 
Um nøkur ár fer hann at klintra longur upp á hesum listanum,' siga Stig Aa. Nygård og Rasmus Boysen, hondbóltsnørdar.

 

Dika Mem er besti spælarin á listanum. 

 

Dika Mem ovast

Ovast á listanum, sum nr. 1, er fraklendingurin Dika Mem. Hann var eisini nr. 1 á listanum seinast. 

26 ára gamli Dika Mem er likamliga væl fyri sum fáur. Hann loypur høgt upp og skjýtur harðast. Hann er eisini framúrskarandi sum verjuspælari. 

Av teimum 10 ovastu á listanum eru fimm danir: Mathias Gidsel nr. 2, Niklas Landin nr. 5, Simon Pytlick nr. 6, Emil Nielsen nr. 7 og Magnus Saugstrup nr. 9.

Íslendski spælarin, Gisli Kristjanssson, sum spælir við Magdeburg, er nr. 4 á listanum.

Tú kanst síggja allan listan her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114