- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú ber til at melda seg til Sement 2024
Fyrireikingarnar til Sement 2024 koyra við fullari ferð, og nú ber til at melda seg til tónleikakappingina.
Sement er ein tónleikakapping og showcase. Allir bólkar og einstaklingar eru vælkomnir at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend og ókend og tónleikur innan allar sjangrur.
Finalan verður 27. apríl
Í ár verður Sement 13., 20. og 27. apríl á Reinsaríinum í Havn og fyrireikararnir siga, at fleiri góðir vinningar eru í væntu, uttan at kunna siga endaliga enn, hvørji teir eru.
- Uttan at avdúka ov nógv, so kunnu vit siga, at vinningarnir í ár eru fantastiskir!, siga fyrireikaranir í tíðindaskrivi.
Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl kl. 12:00. Melda teg ella tykkum til á www.torsgota.fo/sement.
Til ber at fyrireik seg
Fyrireikararnir siga, at til ber at fyrireika seg til Sement við at luttaka á Ment, sum er eitt ókeypis tiltak, har tú fært góða ráðgeving og feedback frá Mikael Blak og Torleik Mortensen. Les meir um Ment á www.torsgota.fo
Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis sjónvarp frá undanumførunum og finaluni.
Treytir
Kappingin er ætlað føroyskum tónleikarum og bólkum. Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru hesar:
-
Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella staðsettur í Føroyum
-
Hvør framførsla er á 15 minuttir
-
Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður
-
Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum
-
Hevur tú vunnið Sement, skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki
Myndir frá Sement, sum myndamaðurin Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið.