- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflutningurin tvífaldaðist í november
Útflutningurin tvífaldaðist í november
Frá januar til desember útflutt vit fyri tilsamans 11,7 milliardir kr.
17.01.2024 - 10:17
Føroyar útfluttu fyri 142,4 mió. kr. til Russlands í november í fjør.
26 milliónir eru makrelur, og 104 milliónir eru sild.
Hetta er dupult so nógv sum november í 2022, tá útflutt var fyri 73,2 mió.kr.
Føroyar útfluttu fyri næstan 11 milliardir og 700 milliónir krónur frá 1.januar til 1.desember í fjør, skrivar Hagstovan.
Tað er 343 milliónir krónur meira enn í 2022.
Laksaútflutninginum minkaði 333 milliónir krónur, 6,6 prosent.
Nøgdin minkaði 9.782 tons, 14 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV