Tilflyting loysir ikki allan haldføristrupulleikan

Tilflyting loysir ikki allan haldføristrupulleikan
Neyðugt er við greiðum tilfytara- og integratiónspolitikki, skulu tilflytarar hava jaliga ávirkan á haldførið í búskapinum, sigur Búskaparráðið
Tað er avgerandi, at tey, sum flyta til landið, gerast ein partur av samfelagnum, og verða knýtt at arbeiðsmarknaðinum, stendur í haldføriskanningini. (Savnsmynd)
 
17.01.2024 - 13:33

Fólkavøkstur er í Føroyum, og tað er at fegnast um. Tó er fólkavøksturin í løtuni útlendingar, sum koma til landið.

Var eingin tilflyting, minkaði fólkatalið. 

Tað vísa tøl frá Hagstovuni, sum vóru partur av framløguni hjá Búskaparráðnum um haldførið í føroyska búskapinum í gjár.

Sambært talvu vóru 1.754 umsóknir um uppihaldsloyvi í 2022.

Nógv tey flestu, í alt 1.426, vóru fólk úr Filipsoyggjum, Póllandi og Rumenia.

Tað merkir fyri ein part, at tað eru fólk, sum ikki verða verandi í landinum, tí tey koma higar bara fyri at arbeiða. Onnur eru familjusamanførd.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði haldføriskanningina fram í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Greiðan tilflytarapolitikk

Hetta er ein veruleiki, sum hevur við sær, at vit mugu leggja okkum eftir at hava ein greiðan tilflytarapolitik, við krøvum um tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og ein greiðan integratiónspolitikk, sum loftar teimum, sum seta búgv her, stendur millum annað í frágreiðingini.

Tað er avgerandi, at tey, sum flyta til landið, gerast ein partur av samfelagnum, og at tey, og seinni børn teirra, verða knýtt at føroyskja arbeiðsmarknaðinum.

Undir øllum umstøðum verður tilflyting mett at vera ein óviss íløga, og tí er fokus fyrst og fremst á at varðveita fólk so leingi sum til ber á arbeiðsmarknaðinum.

Tað vil siga við at hækka pensjónsaldurin.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært haldføriskanningini koma vit niður á null - at búskapurin verður haldførur, um vit hækka pensjónsaldurin eitt ár fimta hvørt ár, til vit eru 74 ár.

Við tíðini gerast eisini árgangirnir, sum gerast gamlir, minni.

Haldførisfrágreiðingin kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190