- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lóg tryggjar næmingum góða inniluft
Lærarar hava eina lóg, sum sigur, at inniluftin hjá teimum skal vera góð, meðan teir eru í skúla.
Arbeiðs- og umhvørvislógin tryggjar lærarum góða inniluft á arbeiðsplássinum.
Men eingin lóg tryggjar næmingum góða inniluft í skúlanum
Tað sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, í Skúlablaðnum.
Tað eiga vit at gera nakað við alt fyri eitt, sigur hann.
Koltvísúrni og fuktur
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at markvirði er ikki sett fyri, hvussu nógv koltvísúrni ella fuktur kunnu vera í skúlahølunum.
Og eingi krøv eru um ljóð- og ljósviðurskifti, ella minstamark fyri rúmmetur fyri hvønn næming ella tal á vesum.
Veruleikin er, sigur Jacob Eli S. Olsen, at í nógvum skúlum eru viðurskiftini ikki í lagi, heldur ikki í nýggjum skúlabygningum.
Sí greinina í Skúlablaðnum her.