- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingkvinna, landsstýriskvinna og løgkvinna

Tingmenn skulu nú kunna vera tingkvinnur, landsstýrismenn kunnu vera landsstýriskvinnur og løgmaður løgkvinna.
Tað eru nakrar av teimum broytingunum, sum formansskapurin í tinginum mælir til.
Millum tey 35 uppskotini, sum vóru løgd fram á tingfundinum í gjár, var eitt frá formansskapinum, um at dagføra starvsheitini hjá ting-og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum.
Tvey ting skulu samtykkja broytingina
Endamálið er, at heitini í størri mun skulu avspegla dagsins talumál, har heiti verða javnsett. Samstundis verða kynsóheft heiti sett inn í lógina.Til tað krevjast broytingar í bæði ting- og stýrisskipanini.
Í sambandi við lógarbroytingina hevur formansskapurin spurt Málráðið um vegleiðing.
Av tí at lógaruppskotið ber í sær broytingar í stýrisskipanini, fær lógin ikki gildi, fyrr enn samtykta lógaruppskotið eftir næsta val verður samtykt óbroytt av nývalda tinginum.