- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spennandi avbjóðing á Hálsi í kvøld
Føroyskur hondbóltur - ikki minst manshondbóltur - stendur í sínum fagrasta blóma.
Vit hava ongantíð havt so góðar spælarar og so gott landslið sum júst nú.
Tí er útselt til dystin í EM-undankappingini móti Rumenia í kvøld. 1.500 áskoðarar hava vissað sær atgongumerki til dystin, tó at hann eisini verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.
Fullmannaðir aftur
Elias á Skipagøtu er nú við aftur á føroyska landsliðnum. Hann mátti í fjør heyst undir skurð fyri ein skaða í knænum, men spældi nú um dagarnar ein branddyst í sínum fyrsta dysti í svenskum hondbólti, eftir at hann var farin á vøllin aftur at spæla.
Í kvøld fara vit á fyrsta sinni at síggja Elias og systkinabarnið Óla Mittún á vølli saman á føroyska A-landsliðnum.
Sætti dysturin móti Rumenia
Dysturin hjá Føroyum móti Rumenia í EM-undankappingini í Havn í kvøld er tann sætti landanna millum í manshondbólti.
Vit hava lítið at reypa av um undanfarnu dystirnar. Allar hava vit tapt, og tað so ruddiliga eisini.
Úrslitini hava verið hesi:
Bolzano, Italia - HM-undankapping 2018 (12. januar):
Føroyar - Rumenia 20 - 28 (10-15)
Rumenia - EM-undankapping 2004 (18. januar);
Rumenia - Føroyar 43 - 17 (22-17)
Rumenia - EM-undankapping 2004 (16. januar):
Rumenia - Føroyar 41 - 19 (21-9)
Vestmanna - EM-undankapping 2001 (7. januar):
Føroyar - Rumenia 16 - 27 (8-15)
Tórshavn - EM-undankapping 2001 (5. januar):
Føroyar - Rumenia 23 - 36 (11-17)
Føroyar á aftasta plássi
Føroyar og Rumenia eru saman í bólki 4 í undankappingini til EM-endaspælið. Støðan í bólkinum eftir tvey leikumfør er henda:
Bólkur 4 (EM-undankappingin):
1. Eysturríki 4 stig
2. Rumenia 2 stig
3. Ukraina 2 stig
4. Føroyar 0 stig
Dystirnir higartil
12. oktober 2022:
Ukraina - Føroyar 29-25
13. oktober 2022:
Eysturríki - Rumenia 36-32
16. oktober 2022:
Føroyar - Eysturríki 28-30
Rumenia - Ukraina 34-26