
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri tænastur á herbergunum krevja politiska undirtøku
Fleiri tænastur á herbergunum krevja politiska undirtøku
Bæði í Havn og í Klaksvík noyðast herbergini at siga nei til fólk, sum vilja hava innivist, men Almannaverkið fær einki gjørt uttan so, at politisk undirtøka er fyri tí

Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.03.2023 - 09:21
- Vit hava ikki møguleika at økja um fíggingina og tænasturnar til herbergini uttan so, at politisk undirtøka er fyri tí.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Herbergið í Havn.
Gloria í Klaksvík.
Bæði í Klaksvík og Havn verður boðað frá, at neyðugt er at siga nei til fólk, sum vilja hava innivist á herbergunum.
- Vit fáa einki gjørt við málið, um politiska undirtøka ikki er fyri tí, sigur stjórin í Almannaverkinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
08032023_Heen_og_heimleys
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV