Aðalráð og stovnar halda ikki ásetingar um útbjóðing

Aðalráð og stovnar halda ikki ásetingar um útbjóðing
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt landsroknskapin fyri 2021 fyri tingið
Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2023 - 08:30

Aðalráð og almennir stovnar halda ikki ásetingar í lógum, kunngerðum og rundskrivum um at bjóða út vørur og tænastur og um at tíðaravmarka lønir.

Tað siga løgtingsgrannskoðararnir, nú teir eru komnir við landsroknskapinum fyri 2021 í løgtingið.

Nógvar aðrar atfinningar eru í uppskotinum til samtyktar.

Millum annað vísa løgtingsgrannskoðararnir á, at almennar byggiverkætlanir ikki eru góðkendar ella avhendaðar orsakað av feilum og manglum.

Samskipan millum stovnar er ikki í lagi, millum annað tá altjóða skipaskrásetingin FAS verður umsitin.

Innaneftirlitið hjá nøkrum stovnum er ikki í lagi.

Heldur ikki er fíggjarstýringin av verkætlanini at útbyggja Landssjúkrahúsið í lagi, siga løgtingsgrannskoðararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238