- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóri framløgudagurin er í dag
Stóri framløgudagurin er í dag
Dennis Holm, landsstýrismaður, fer eisini at leggja fram árligu frágreiðingina um fiskivinnuna

Uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, skulu í seinasta leggjast fram í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.03.2023 - 08:25
Í dag er stóri framløgudagur í Løgtinginum.
Uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, skulu í seinasta leggjast fram í dag.
Til ber tó at leggja fram uppskot seinni í tingsetuni, men tá krevst, at í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at framløgan er í lagi.
Í morgin eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, og hósdagin byrja fyrstu viðgerðirnar.
Í dag kemur árliga frágreiðingin um fiskivinnuna og um, hvussu sjófeingið verður fyrisitið.
Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, sum leggur frágreiðingina fram.
Tingfundurin í dag byrjar kl. 13.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV