- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan fer at gera samráðingarleist
Samgongan fer at gera samráðingarleist
Ruth Vang, landsstýriskvinna, væntar, at ein semja millum samgonguflokkarnar um lønarlyftið verður greið fyrsta dagin

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Finnur Justinussen
07.03.2023 - 09:09
Fyrsta dagin verður greitt, hvussu samráðingarleisturin fyri almenna arbeiðsmarknaðin verður.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hon væntar, at ein semja millum samgonguflokkarnar um lønarlyftið verður greið fyrsta dagin, og so kann farast undir samráðingar.
Samgongan skal taka støðu til, um lønarhækkingin til teirra, sum hava lægstu lønina, skal fremjast við lóg, ella í vanligum sáttmála.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07032023_Ruth_og_lonarsamradingar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV