- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast at siga nei fleiri ferðir um vikuna
Noyðast at siga nei fleiri ferðir um vikuna
Í Havn er helst tørvur á tvær ferðir so nógvum plássum, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum
07.03.2023 - 14:12
Tað hendir seg fleiri ferð um vikuna, at Herbergið í Havn má siga nei til fólk, sum hava tørv á gisting.
Tað sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum í Havn, nú nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at herbergini ikki hava pláss fyri fleiri heimleysum.
Martin Kúberg er leiðari á Herberginum.
Í Havn er helst tørvur á dupult so nógvum plássum sum nú, heldur Martin Kúrberg.
Tað er ikki bara í Havn, at stórt trýst er á Herberginum. Eisini á Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík eru tey komin í neyð.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
07032023_Martin_Kurberg
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV