Barnahúsið: Neyðtikin børn fylla nógv í frágreiðingini

Barnahúsið: Neyðtikin børn fylla nógv í frágreiðingini
Leiðarin á Barnaverndarstovuni heldur, at neyðugt er at víðka tilboðini í Barnahúsinum
Harðskapsmálini vóru nógv færri í fjør enn undanfarin ár. Tey vóru bara tvey í fjør, sum er minsta talið, síðani Barnahúsið byrjaði í 2014. (Savnsmynd: Barnahúsið)
 
07.03.2023 - 10:21

Neyðtikin børn, sum vóru yngri enn 15 ár, fylla mest í yvirlitinum um kynsligan ágang móti børnum, sum Barnahúsið kannaði í fjør.

Seks slík mál vóru. Í tí eina førinum var tó talan um eina 17 ára gamla gentu.

Fýra mál vóru um annað kynsligt samband enn neyðtøku.

Barnahúsið viðgjørdi 20 mál í fjør. Í 2021 vóru tey 33. Í miðal seinastu átta árini hava málini verið 29.

Harðskapsmálini vóru nógv færri í fjør enn undanfarin ár. Tey vóru bara tvey í fjør, sum er minsta talið, síðani Barnahúsið byrjaði í 2014.

 

Barnahúsið viðgjørdi 20 mál í fjør. Í 2021 vóru tey 33. Í miðal seinastu átta árini hava málini verið 29. (Savnsmynd)

 

Ráðgevingin ger mun

Orsøkin kann vera, sigur Barnahúsið í ársfrágreiðingini fyri 2022, at tann ráðgeving, sum barnaverndartænastur síðan 1.mars í fjør fáa frá løgregluni, hevur gjørt, at summi mál, sum fyrr vóru fyri Barnahúsið, nú í staðin vera viðgjørd sum vanlig barnaverndarmál.

Annað harðskapsmálið í fjør var í bólkinum lúsingur, brestur, sløg ella spark. Hitt var hóttan við vápni.

Yngsta barnið í teimum 19 málunum, sum endaðu í Barnahúsinum, var fimm ár. Tey elstu vóru 17.

Ein kvinna og 20 menn vóru undir illgruna í sambandi við mál í Barnahúsinum. Sjey teirra vóru skyldfólk hjá barninum, millum annað foreldur. 

 

Oddbjørg Balle er leiðari á Barnaverndarstovu Føroya.

 

Barnahúsið eigur at hava fleiri tilboð 

Um børn, sum hava verið fyri ágangi, og familjur teirra skulu fáa eitt nútíðarhóskandi tilboð, so er neyðugt at víðka tilboðini hjá Barnahúsinum.

Tað sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya og sálarfrøðingur ì Barnahúsinum. 

Fyri at røkka á hesum máli, verður í ársfrágreiðingini víst á fimm átøk, sum eru neyðug at seta í verk. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07032023_Oddbjorg_og_barnahus

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512