Kunnu fiska umleið hálva millión tons av svartkjafti í ár

Kunnu fiska umleið hálva millión tons av svartkjafti í ár
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur ásett kvotuna av svartkjafti og norðhavssild
Svartkjaftakvotan í ár er 483.000 tons.
 
03.03.2023 - 14:05

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Tað upplýsir Fiskivinnu- og samferðslurmálaráðið í dag.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Føroyska svartkjaftakvotan í ár verður 483.042 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni upp á 1.251.403 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 14. oktober í fjør.

Kvotan av norðhavssild verður 112.713 tons, sum eru 22,05 prosent av mest loyvdu veiðu upp á 511.171 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238