
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Avlop á fíggjarlógini og haldføri verður størsta avbjóðingin

- Samgongan, sum nú er komin til valdið, noyðist at prógva, at hon er før fyri at hava avlop á fíggjarlógini og tryggja haldførið, nú færri vera á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist.
Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og viðmerkjari.
Spurningurin um haldførið fær nógva umrøðu í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum var løgd fram í dag.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og aðrir politikarar vóru í Smæruni fyrrapartin, tá várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum var løgd fram í dag. (Mynd: Finnur Justinussen)
Eirikur Lindenskov sigur, at hetta verður ein stór avbjóðing hjá nýggja landsstýrinum, tí samgongufólk hava funnist harðliga at teimum, sum hava sitið í landsins stýri seinastu árini, fyri einki at gera við haldførið, og fyri ikki at hava hava nóg stórt avlop á fíggjarlógini.
Eirikur Lindenskov heldur annars, at várfrágreiðingin frá Búskaparráðnum er jaligari enn væntað.
Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. (Mynd: Finnur Justinussen)
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, leggur várfrágreiðingina fram. (Mynd: Finnur Justinussen)
Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Eirik Lindenskov um búskaparfrágreiðingina í útvarpstíðindunum: