
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunur eiga at bjóða arbeiði út

Breið semja um, at kommunur eiga at bjóða út alment allar verkætlanir í ávísari stødd.
- Reglurnar áttu at verið tær somu fyri land og kommunur, sigur Atli S. Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.
Formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag, Magnus Magnussen, heldur tað vera burturvið, at kommunurnar í nógvum førum lata vera við at bjóða verkætlanir út.
Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og formaður í Kommunufelagnum, heldur, at tað skal vera eitt niðara mark fyri støddini á verkætlanini, men í eini ávísari stødd eigur alt at verða boðið út.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, heldur tað vera sjálvsagt, at kommunurnar bjóða út allar verkætlanir av týdningi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: