- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin fingið áheitanir um meira enn 10 mió. kr.
Fíggjarnevndin fingið áheitanir um meira enn 10 mió. kr.
Feløg og felagsskapir hava biðið fíggjarnevndina um pengar

Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
01.03.2023 - 14:58
Longu nú hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið áheitanir um meira enn 10 mió. kr., nú fíggjarnevndin viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023.
Nógv feløg og felagsskapir hava biðið fíggjarnevndina um pengar.
Onnur hava biðið um fund við fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur fund í dag.
Samrit, Reyði Krossur, Títt rúm hjá Bláa krossi, ÍSF, Mentanarhúsið í Klaksvík, Vestmanna kommuna, MEGD og Runavíkar kommuna fingu fundarboð í dag.
Fíggjarnevndin hevur eisini fund í morgin.
Í næstu viku og í aðru viku hevur nevndin nógvar fundir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV