- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlýsir tilbúgving fyri harðskap í skúlanum
Eftirlýsir tilbúgving fyri harðskap í skúlanum
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at hóast eingi tøl eru, so eru ikki færri harðskapstilburðir nú enn undanfarin ár
01.03.2023 - 13:17
- Lærarin, sum verður raktur av harðskapi, er ikki nóg væl vardur.
Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður i Lærarafelagnum.
Hann eftirlýsir tilbúgving fyri harðskap í føroyskum skúlum.
Lærarafelagið hevur eingi hagtøl fyri, hvussu nógvir harðskapstilburðir eru í fólkaskúlunum, men metingin hjá Jacobi Eli S. Olsen er, at harðskapstilburðirnir eru ikki fækkaðir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01032023_Jacob_Eli
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV