Freistin at lata tinginum uppskot er í dag

Freistin at lata tinginum uppskot er í dag
Bara átta lógaruppskot eru komin eftir løgtingsvalið í desember, øll frá landsstýrinum
Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni er 7. mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2023 - 09:29

Løgtingið skal hava málini, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, í seinasta lagi á middegi í dag.

Seinasti framløgudagur er um eina viku, 7.mars.

Til ber at leggja uppskot fram eftir tann dagin, men tá krevst, at í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at framløgan er í lagi.

Bara átta lógaruppskot eru komin eftir løgtingsvalið í desember, - øll frá landsstýrinum. 

 

Einki uppskot til samtyktar

Einki uppskot til samtyktar er komið. Uppskot til samtyktar koma oftast frá andstøðuflokkunum.

Tvey ríkislógartilmæli eru og fimm fíggjarlógaruppskot.

Tveir skrivligur fyrispurningar eru, og 13 grein 52a spurningar eru settir. 

Men munnligir fyrispurningar hava verið nógvir, 33 í tali í einum umfari.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238