Stjórnarráð leitar eftir leigumáli

Stjórnarráð leitar eftir leigumáli
Einki verður sagt um, hvat stjórnarráð talan er um, men har eru eitt landsstýrisfólk og 16 starvsfólk
Leigumálið skal vera nærindis løgtinginum og Tinganesi.
 
27.02.2023 - 08:36

Stjórnarráðið leitar eftir hølum at leiga nærhendis løgtinginum og Tinganesi.

Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi.

Ætlaða leigumálið kann vera í nýggjum, útbygdum ella umvældum bygningi.

Freistin at gera vart við seg er til 9. mars klokkan 14.00.

Stjórnarráðið - ikki verður sagt í útboðnum hjá Landsverki, hvat stjórnarráð, talan er um - hevur í hyggju at flyta, tá verandi leigumál gongur út. 

 

500-600 fermetrar

Stjórnarráðið vil gera avtalu um nýtt leigumál 1. august, ella skjótast tilber eftir hetta.

Hóskandi stødd á leigumálinum er mett at vera 500 til 600 fermetrar.

Sagt verður, at stjórnarráðið er ein virkin stovnur við nógvum innanhýsis og uttanhýsis samskifti og samstarvi.

Í løtuni eru har eitt landsstýrisfólk og 16 starvsfólk. Pláss má gjarna vera fyri nøkrum starvsfólkum afturat.

Treytin er, at løgtingið játtar pengar til leiguna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238