- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin skjýtur upp at lata 12.000 kr. í ískoyti
Sambandsflokkurin skjýtur upp at lata 12.000 kr. í ískoyti
Flokkurin sigur, at uppskotið leggur upp til, at skipanin við familjuískoyti verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið

Sambandsflokkurin fer at leggja fram uppskot um inflatiónsískoyti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.02.2023 - 09:08
Sambandsflokkurin boðar í dag frá, at flokkurin fer at leggja fram uppskot um inflatiónsískoyti.
Sambært flokkinum skal ískoytið latast sperdum familjum - 12.000 kr., sum verða latnar í einum.
Flokkurin sigur í tíðindaskrivi, at uppskotið leggur upp til, at skipanin við familjuískoyti verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið.
Víðkanin hevur harumframt við sær, at onnur enn barnafamiljur kunnu søkja um ískoyti, og einki aldursmark verður ásett fyri at tryggja, at fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini kunnu fáa inflatiónsískoyti.
Tingfundur verður aftur 7. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV