
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Raðfesta at fáa dagstovnin lidnan skjótast til ber

Vantandi tilrættislegging, sum nú kostar kommunukassanum dýrt.
Tað sigur Anniku Olsen úr Tjóðveldi, nú meirilutin í Tórshavnar býráð vil byggja uppí ein dagstovn í býnum fyri methøgan fermetraprís, og uttan at arbeiðið er bjóðað alment út.
Dagstovnurin "Hans Andrias Djurhuus", sum er í Hans Andriasar gøtu við Landavegin í Havn, er í dag 763 fermetrar til støddar. Byggjast skulu 357 fermetrar aftrat.
Við útbyggingini verður stovnurin víðkaður úr tveimum upp í tríggjar vøggustovu- og barnagarðsstovur. Tað gevur pláss fyri tilsamans 90 børnum, 30 fleiri enn í dag.
Annika Olsen, býráðslimur í Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Articon fær arbeiðið
Arbeiðið er ikki bjóðað alment út, í staðin hevur kommunan tikið av einum tilboði frá Articon, sum vil gera arbeiðið fyri 15 milliónir krónur. Arbeiðið skal vera liðugt í september í ár.
Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar kommunu verður samlaði kostnaðurin - við byggiharraútreiðslum og tí meirvirðisgjaldi, sum kommunan skal gjalda - tilsamans 18,6 milliónir krónur.
Tað merkir, at fermetraprísurin fyri teir 357 fermetrarnar, sum skulu byggjast afturat, er 52.100 krónur.
Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti meirilutin at játta 17 milliónir krónur til verkætlanina.
Hoyr ljóðbrot við Anniku Olsen her:
Heðin Mortensen, borgarstjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur hægstu raðfesting at fáa dagstovnin lidnan skjótast tilber.
Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen í útvarpstíðindunum: