- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin fólkaatkvøða um dýra biðidag

Danskir veljarar sleppa ikki at atkvøða sjálvir, um dýri biðidagur skal takast av sum halgidagur.
Tá danska stjórnin stutt fyri jól boðaði frá, at hon arbeiddi við at broyta dýra biðidag, soleiðis at hann gjørdist vanligur arbeiðsdagur, vóru nógv - bæði leik og lærd - sum vóru ímóti.
Teir fýra flokkarnir í Fólkatinginum, Eindarlistin, Danski Folkaflokkurin, Nýggju Borgarligu og Alternativið, hava roynt at fáa 60 fólkatingslimir at taka undir við einari fólkaatkvøðu. 60 limir skulu sambært stýrisskipanini til, um ein fólkaatkvøða skal haldast.
Men í dag boðaðu flokkarnir frá, at tað hevur ikki eydnast at telja upp í 60.
Lógaruppskotið um at taka dýra biðidag av kemur fyri í Fólkatinginum í morgin, og alt bendir á, at tað verður samtykt, skrivar TV2.