Biðja um at fáa meirvirðisgjaldið fyri svimjihøllina aftur

Biðja um at fáa meirvirðisgjaldið fyri svimjihøllina aftur
Tað er órímiligt, at landsmyndugleikin, sum onki hevur við verkætlanina at gera, fær ein vinning upp á smáar 10 milliónir krónur, heldur Runavíkar kommuna
Svimjihøllin í Runavík skal eftir ætlan standa liðug um tvey ár.
 
27.02.2023 - 09:28

Fíggjarmálaráðið skal nú taka støðu til, um ein kommuna kann fáa aftur útreiðslurnar av meirvirðisgjaldinum, tá ein svimjihøll verður bygd.

Tað er Runavíkar kommuna, sum kemur við hesi áheitan, ið eisini verður send fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum í løtuni viðger uppskotið til fíggjarlóg fyri 2023.

Harumframt er áheitanin send Almanna- og Mentamálaráðnum, sum, í sambandi við byggingina av Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, avgjørdi at hækka stuðulsjáttanina til skúlabyggingina, tí verkætlanin skuldi rinda mvg.

 

Runavíkar kommuna hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið og fíggjarnevndina um meirvirðisgjaldið í sambandi við byggingina av svimjihøllini. 

 

165 mió. kr.

Svimjihøllin í Runavík kostar 165 milliónir krónur. Runavíkar kommuna vísir á, at í hesum kostnaði eru 9,7 milliónir krónur, sum kommunan skal rinda í meirvirðisgjaldi.

Í skrivinum leggur kommunan dent á, at tað skal ikki skiljast sum bøn ella umbøn um stuðul til verkætlanina. Tí tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at svimjihøllin skal fíggjast við stuðli aðrastaðni. Men, skrivar kommunan víðari:

- Hinvegin er tað okkara sannføring, at tað er órímiligt, at landsmyndugleikin, sum annars als onki hevur við verkætlanina at gera, fær ein vinning upp á smáar 10 milliónir krónur burtur úr átakinum. 

Svimjihøllin í Runavík skal takast í nýtslu tíðliga á vári í 2025, tað vil siga um tvey ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238