Rættarlæknaráðið kolldømir faklig tilmæli úr Føroyum

Rættarlæknaráðið kolldømir faklig tilmæli úr Føroyum
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, sigur, at hann fær ikki svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um málið
Peter Hummelgaard er løgmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.02.2023 - 11:13

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, fær ikki svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, hví danska rættarlæknaráðið so at siga hvørja ferð hevur kolldømt faklig tilmæli úr Føroyum um at døma fólk, sum eru mett at vera serliga vandamikil, í forvaring.

Peter Hummelgaard sigur, at hann fær ikki svarað, tí so noyðist hann at spyrja rættarlæknaráðið, og tað kann hann ikki sambært teimum reglum, sum eru galdandi fyri spurningar av tí slagnum, sum Sjúrður Skaale setti.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Annars sigur Peter Hummelgaard, at danska stjórnin virkar fyri, at øki, sum danir hava ábyrgdina av í Føroyum, eru á sama stigi, sum tey eru á í Danmark. 

Men leggjast skal tó upp fyri serligum føroyskum viðuskiftum og muninum millum Danmark og Føroyar. 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981