
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt sjósavn fyri 80 mió. kr.
Nýtt sjósavn fyri 80 mió. kr.
Tórshavnar kommuna ætlar at geva Føroya Sjósavni tilsøgn um 15 mió. kr. til byggingina.

Soleiðis fer nýggja sjósavnið á Argjum eftir ætlan at síggja út.
Mynd: Tórshavnar kommuna
23.02.2023 - 13:54
- Tað er eitt stór frambrot, at Tórshavnar kommunu vil veita fígging til Sjósavnið, tí nú fer ætlanin frá at vera eitt gott hugskot til at vera ítøkilig.
Tað sigur Dánial Hoydal, nevndarformaður í Føroya Sjósavni.
Dánial Hoydal er nevndarformaður í Føroya Sjósavni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tórshavnar kommuna ætlar at geva sjósavninum tilsøgn um 15 mió. kr til at byggja nýtt savn.
Nýggja sjósavnið verður mett at kosta einar 80 mió. kr.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23022023_Sjosavnid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV