Nú verður bíðað eftir seinasta framløgudegi

Nú verður bíðað eftir seinasta framløgudegi
Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn 7. mars
Freistin at lata inn uppskot, sum skulu leggjast fram seinasta framløgudag, er 28. februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2023 - 10:27

Týsdagin 7.mars leggur Dennis Holm, landsstýrismaður, fyri løgtingið árligu frágreiðingina um støðuna í fiskivinnuni - t.e. hvussu lógin um sjófeingi verður fyrisitin.

Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um frágreiðingina.

Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn 7. mars, tá seinasti framløgudagur er í hesari tingsetuni.

Uppskot, sum skulu leggjast fram tá, skulu vera hjá løgtinginum í seinasta lagi 28.februar á middegi.

Til ber tó at leggja fram uppskot seinni enn 7.mars, men tá krevst, at í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at uppskotið verður lagt fram í tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238