Høgni svarar Elsebeth um oljuleiting

Høgni svarar Elsebeth um oljuleiting
Svarið verður umrøtt á tingfundinum í dag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar skrivligum fyrispurningi um oljuleiting undir Føroyum í tinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 10:09

Løgtingið fer í dag at viðgera oljuleiting í føroysku undirgrundini.

Hon er evnið í fyrsta skrivliga fyrispurninginum í hesum valskeiðinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi Høgni Hoydal, landsstýrismann, um samgongan fer at loyva oljuleiting í føroyskum øki.

Um svarið er ja, spyr tingkvinnan, um samgongan ætlar at virka fyri fáa oljufeløg at leita eftir olju í føroyskum øki.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at einki stendur um oljuleiting í samgonguskjalinum, so vit vita ikki, hvat samgongan ætlar, ella um nøkur semja er um oljuleiting. 

Nú hevur Høgni Hoydal svarað, og svarið og spurningurin vera umrødd á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238