Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022

Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins 2022
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur handað Guðrið Poulsen, keramikara, Heiðursgávu landsins 2022, sum er 75.000 krónur
Guðrið Poulsen, keramikari, fekk Heiðursgávu landsins 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 19:29

Heiðursgáva landsins 2022 var fyri løtu síðani latin Guðrið Poulsen, keramikara, fyri hennara ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind. 

Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva landsins er á 75.000 kr.

Tað var ein rørd Guðrið Poulsen, ið takkaði fyri heiðurin. 

Í grundgevingini fyri at lata Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins stendur millum annað: 

"Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst.

Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar. 

Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni."


(Guðrið Poulsen á Instagram)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117