Russland tekur seg úr kjarnorkuvápnaavtalu

Russland tekur seg úr kjarnorkuvápnaavtalu
Vladimir Putin, forseti, helt røðu í russiska tjóðartinginum í næstan tveir tímar fyrrapartin
Vladimir Putin, forseti, á røðarapallinum í tjóðartinginum fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.02.2023 - 11:14

Tað var lítið ítøkiligt, sum kom fram um støðuna í Ukraina, tá Vladimir Putin, forseti, helt røðu í næstan tveir tímar í russiska tjóðartinginum fyrrapartin.

Forsetin nýtti høvið at takka øllum, sum hava gjørt sína skyldu. Hann takkaði fólkinum í Luhansk og Donetsk-landslutunum fyri at hava staðið ímóti nazi-hóttanini, sum hann tók til.

Harumframt lovaði forsetin, at báðir landslutirnir aftur verða sameindir við móðurlandið.

 

 

Loypir ikki á

Vladimir Putin kunngjørdi, at hann ætlar fyribils at steðga kjarnorkuvápnaavtaluni við USA frá 2011, sum snýr seg um eftirlit og avdubbing av kjarnorkuvápnum; men hann lovaði samstundis, at Russland ikki loypir á fyrst.

Hann lovaði, at bæði herurin og heilsuverkið skulu styrkjast.

Minstalønin skal hækka við 10 prosentum seinni í ár.

 

Sterkur búskapur

Í røðuni segði Putin, at russiski búskapurin er sterkari, enn vesturheimurin heldur. 

Arbeiðsmarknaðurin hevur tað betri enn fyri koronukreppuna. Inflatiónin í Russlandi er fýra prosent, men í vesturheiminum er prísvøksturin farin at nærkast 20 prosentum, segði Putin.

Hann heitti á russarar at gera fleiri íløgur í Russlandi og harvið skapa fleiri arbeiðspláss.

Hann heitti eisini á russiskar útisetar um at koma heim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109