Kongurin komin í andglettin - takkaði Putin fyri gávu

Kongurin komin í andglettin - takkaði Putin fyri gávu
Haraldur kongur í Noregi sendi russiska forsetanum takkarbræv ein mánað eftir russisku innrásina í Ukraina
Kongshúsið í Noregi sigur, at kongurin fær nógvar gávur, m.a. frá ríkisovastum, og hann takkar altíð fyri.
 
21.02.2023 - 08:38

Haraldur kongur í Noregi er komin í andglettin, nú er tað komið fram, at kongurin sendi russiska forsetanum eitt takkarbræv fyri eina føðingardagsgávu ein góðan mánað eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør.

Tað er norska NRK, sum skrivar um takkarbrævið, sum var sent um norska uttanríkisráðið og norsku sendistovuna í Moskva.

 

Vasi úr postalíni

Gávan, sum Putin gav norska konginum, tá hann fylti 85 ár 21. februar í fjør, var ein hondmálaður vasi úr postalíni, sum var hálvan metur høgur.

Tríggjar dagar seinni, 25. februar, leyp Russland á Ukraina.

Og ein góðan mánað seinni, 5. apríl í fjør, sendi kongurin takkarbrævið til Russlands.

 

Kongurin í tvístøðu

Haraldur kongur hevur síðani víst samhuga fyri ukrainska fólkinum við at ganga við eini nál við ukrainsku litunum, og hann hevur sagt, at støðan í Ukraina er ræðulig.

Gávan, sum kom áðrenn kríggið brast á, hevur sett kongin í eina tvístøðu, heldur Eirik Bergesen, sum er politiskur viðmerkjari og fyrrverandi sendimaður.

 - Eg skilji, at tað kann virka løgið, men tað gevur meining at hava samband við eitt land, sum vit eru politiskt ósamd við. Tað, at vit samskifta við tey, er ikki ein viðurkenning av, hvar tey standa politiskt. Tað er náttúran í diplomati at hava samskiftisrásina opna, sigur Bergesen við NRK.

 

Tekur altíð ímóti

NRK hevur spurt norska kongshúsið, um kongur metti tað vera rætt at taka ímóti gávuni.

Svarið úr kongshúsinum er, at kongur sum ríkisovasti fær nógvar gávur hvørt ár frá øðrum ríkisovastum og sendifólkum. Kongur tekur altíð ímóti hesum gávum og takkar fyri, sigur Guri Varpe, samskiftisstjóri í norska Kongshúsinum, við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109