Ísrael: Stjórnin fær størri vald at tilnevna dómarar

Ísrael: Stjórnin fær størri vald at tilnevna dómarar
Ísraelska tjóðartingið hevur samtykt nýskipanir í landinum, sum m.a. gera hægstarætt veikari
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, tá Knesset viðgjørdi nýskipanirnar í gjárkvøldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.02.2023 - 13:52

Tjóðartingið í Ísrael, Knesset, atkvøddi í gjárkvøldið um nýskipanirnar hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra. 

Orðaskiftið um málið vardi í átta tímar, og uppskotið var samtykt við 63 atkvøðum fyri og 47 ímóti, skrivar Haaretz. 

Við hesum tykist undirtøka vera í Knesset fyri nýskipanini.  M.a. er talan um nýskipanir í rættarskipanini í landinum.

 

Dómarar fáa størri vald

Ísraelska stjórnin ætlar at geva sær størri vald til at tilnevna dómarar, og hon ætlar eisini at gera hægstarætt veikari.

Tað verður gjørt á tann hátt, at ein vanligur meirluti í tjóðartinginum kann samtykkja lógir, sum hægstirættur fyrr hevur víst frá sær.

Í gjár og aðru viku á rað var stór mótmælisgonga uttan fyri Knesset móti ætlanunum hjá Netanyahu, forsætisráðharra.

 

Nógv mótmæli hava verið ímóti ætlanini hjá ísraelsku stjórnini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stríðast fyri sálini

Andstøðuleiðarin, Yair Lapid, skrivar á Twitter, at mótmælisfólkini stríðast fyri ísraelsku sálini.

Kritikarar siga, at nýskipanin máar grundalagið undan óheftninum hjá dómstólunum, og at forsætisráðharrin savnar sær størri vald, sum dómstólarnir skulu svíða fyri.

Uppskotið um nýskipanina skal hava tvær viðgerðir aftrat, áðrenn endalig atkvøðugreiðsla verður um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109