Býráðið samtykt at broyta byggisamtyktina

Býráðið samtykt at broyta byggisamtyktina
Allir býráðslimirnir á Tvøroyri uttan Súsanna Bertholdsen atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út
Soleiðis fer Varðin Pelagic á Tvøroyri at síggja út, tá útbyggingin er liðug.
 
21.02.2023 - 08:18

Tvøroyar býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.

Talan er um at víðka havnarøki D 100 metrar eystureftir og broyta neystaøki G, sum er innan fyri havnarøki D, til havnarøki.

Í broyttu byggisamtyktini stendur framvegis, at byggjast má ikki hægri enn 11,5 metrar.

Men so er komið aftrat, at neyðugir tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar, kunnu vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. 

Súsanna Bertholdsen mælti til, at býráðið fyrst skuldi hava fund við bólkin "livilig kor á Tvøroyri", áðrenn støða var tikin til at broyta byggisamtyktina. 

Bólkurin hevur biðið um fund við býráðið.

Uppskotið hjá Súsonnu Bertholdsen fekk bara eina atkvøðu, hennara egnu.

 

Súsanna Bertholdsen mælti til, at býráðið fyrst skuldi hava fund við bólkin "livilig kor á Tvøroyri", áðrenn støða var tikin til at broyta byggisamtyktina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Atkvøddi blankt

Sjálv atkvøddi hon blankt, tá atkvøtt var um uppskotið um at broyta bygisamtyktina.

Øll hini í býráðnum atkvøddu fyri.

Uppskotið um broyttu byggisamtyktina skal nú liggja frammi alment í minsta lagi í tríggjar vikur, so fólk kunnu mótmæla ella koma við broytingaruppskotum í seinasta lagi seks vikur eftir framløguna.

Mótmæli og broytingaruppskot, sum kommunan sjálv ikki tekur við, skulu vera við uppskotinum, tá tað verður sent landsstýrinum, har býarskipanarnevnd landsins skal viðgera tað.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum skal góðkenna broytingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255