- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungfólk ákærd fyri rán við at brúka harðskap
Ungfólk ákærd fyri rán við at brúka harðskap
Fólkini eru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta teimum pengar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/foroya_raettur3.png?itok=bxuN0PGf)
Rætturin hevur sett tveir dagar av at viðgera málið. Tey fýra ákærdu nokta seg sek.
20.02.2023 - 10:00
Fýra ungfólk, tveir menn og tvær kvinnur, eru ákærd fyri rán við at brúka harðskap.
Tey fýra nokta seg sek.
Tey eru ákærd fyri við harðskapi at noyða ein mann at flyta teimum pengar.
Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn í apríl 2021.
Í rættin í morgin
Málið hevur ikki samband við rúsevni, sigur politiið.
Fólkini, sum eru fødd ávikavist í 1998, 2001 og 2004, skulu í Føroya rætt í morgin. Tveir dagar eru settir av.
Tann seinni rættarfundurin skuldi vera mikudagin, men verður neyvan tá, tí nøkur vitni fáa ikki komið tá.
Ákærin fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV