- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plug-in hybridbilar fáa mvg afturgoldið til 1. september
Plug-in hybridbilar fáa mvg afturgoldið til 1. september
Løgtingið hevur samtykt broytingina eftir tilmæli frá meirilutanum í fíggjarnevndini

Virðisavgjaldsfrítøkan fyri orkuvinarlig akfør verður eisini í 2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.02.2023 - 09:24
Meirvirðisgjaldið fyri plug-in hybridbilar verður afturgoldið til tann 1. september og ikki tann 1. juli, sum landsstýrið ætlaði.
Tað hevur løgtingið samtykt eftir tilmæli frá meirilutanum í fíggjarnevndini.
Virðisavgjaldsfrítøkan fyri orkuvinarlig akfør verður eisini í 2024.
Síðani kemur virðisgjaldið stigvíst aftur.
Men tann 1. september í ár, og ikki 1. juli, verður virðisavgjaldið fyri plug-in hybridbilar og hybridbilar javnsett við gjaldið, sum bensinbilar og dieselbilar hava.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV