Nýggir sáttmálar gjørdir fyri handilsskip

Nýggir sáttmálar gjørdir fyri handilsskip
Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur seks sáttmálar við Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið
Jens Marni Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri handilsskip, og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
 
20.02.2023 - 15:37

Reiðarafelagið fyri handilsskip og Føroya fiskimannafelag hava gjørt nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.

Lønarhækkingin er 3,8% fyrra árið og 4,04% seinna árið.

Semjurnar eru á sama stigi sum aðrar semjur í samráðingarumfarinum hjá Føroya Abeiðsgevarafelag fyri 2022-2024.


Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur seks sáttmálar við Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið.

 

Sáttmáli varð eisini undirskrivaður millum Reiðarafelagið fyri handilsskip og Maskinmeistarafelagið. Tann sáttmálin er á sama stigi. 

Sáttmálarnir eru longdir við tveimum árum,  til 1. mars 2025.

Harafturat eru onkrar smávegis tillagingar gjørdar.

Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur seks sáttmálar við Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342