Friðartingingar eru tíðarspilla

Friðartingingar eru tíðarspilla
Ukrainski forsetin sigur tað vera vónleyst at broyta russiska hugburðin, og tí loysir tað seg ikki at tingast um frið.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelinskyj
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
20.02.2023 - 07:43

– Tað er tíðarspilla, tá ið franski forsetin, Emmanuel Macron, umhugsar eitt slag av samskifti við Russland.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelinskyj, í samrøðu við italsku avísina, Corriere della Sera, í gjár.

Hetta sigur hann, eftir at Macron hevur róð framundir, at “Russland eigur at verða niðurbart, men ikki knúst” og at kríggið í Ukraina eigur at enda við friðartingingum.

– Tað verður bara eitt nyttuleyst samskifti, og í veruleikanum spillir Macron bara sína tíð, sigur Zelinskyj, sum er komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at broyta russiska hugburðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109