Bretland: Ambulansuverkfall

Bretland: Ambulansuverkfall
Í dag fara túsundtals ambulansufólk í verkfall í Bretlandi.
 
20.02.2023 - 07:50

Ambulansufólkini leggja arbeiðið niður í stríðnum fyri betri løn og betri arbeiðsumstøðum, skrivar avísin, The Guardian.

Verkfallið fevnir um 11.000 limir í fakfelagnum, GMB, í bæði Onglandi og Wales.

Aðalskrivarin í fakfelagnum, Rachel Harrison, sigur, at ambulansufólkini fara í verkfall, tí landsins stjórn er “tónadeyv”, sum hon málber seg.

- Yvir ein mánaður er farin, síðani nakað gevandi samskifti hevur verið við stjórnina, sum einki vil gera og noktar at tosa um lønina, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109