Amerikanski forsetin í Kyiv

Amerikanski forsetin í Kyiv
Joe Biden er komin á óvæntaða vitjan í Ukraina. Forsetin sigur, at fleiri tiltøk verða sett í verk móti Russlandi
Joe Biden og Zelenskyj í Kyiv fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.02.2023 - 10:58

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er komin á óvæntaða vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Vitjanin hevur verið hildin loynilig, tí tað einasta, sum hevur verið at frætt, var, at amerikanski forsetin skuldi vitja í Póllandi. 

Men fyri nøkrum tímum síðani fóru tíðindi at ganga, at Joe Biden skuldi koma til Kyiv, tí altjóða miðlar vistu at siga, at strong trygdartiløk vóru sett í verk. Eitt nú var alnetið sløkt.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Joe Biden hevur hitt Zelenskyj, forseta, og CNN veit at siga, at teir báðir forsetarnir eru sæddir til gongu í miðbýnum í Kyiv. 

Amerikanski forsetin sigur, at í hesi vikuni verða fleiri tiltøk sett í verk móti Russlandi, og USA fer at lata Ukraina meira krígsútgerð.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

BIDEN_KYIV

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109