Vandi fyri eldgosi

Vandi fyri eldgosi
Nógv virksemi er í Öskju, nærhendis Vatnajøkli.
 
19.02.2023 - 10:02

- Heldur tað fram við hetta lag, endar tað við einum eldgosi. Ikki beint nú, men um nakrar mánaðir ella ár.

Tað sigur gosfrøðingurin, Ármann Höskuldsson, við íslendska útvarpið, nú nógv virksemi í síðstuni hevur verið í gosfjallinum, Öskju, nærhendis Vatnajøkli.

- Vit kunnu vænta okkum fleiri jarðskjálvtar og virksemi, áðrenn tað fer at goysa. Tað vóna vit í øllum førum, sigur Ármann Höskuldsson.

Saman við øðrum vísindafólkum hevur hann úr flogfari eygleitt Õskjuvatn, sum er í sjálvum gosfjallinum, millum annað við termiskum tólum, ið vísa hitabroytingarnar.

Størra helvtin av ísinum, sum hevur ligið á Askjuvatni, er burtur, men tað hendi eisini í 2012, tá ísurin tinaði í februar, men hesaferð er ísurin horvin skjótari.

Síðstu ferð, Öskja goysti, var í 1961 og afturi í 1920-unum vóru tvey smærri gos, men ógvusligasta gosið í nýggjari tíð var í 1875, tá ið øskan breiddi seg út um Norðurlond, Týskland og Poland og gjørdi nógv um seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109