Valevni bjóðar seg fram fyri Sturgeon

Valevni bjóðar seg fram fyri Sturgeon
Heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, sigur seg vera til reiðar at stilla upp sum formaður í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP,
 
19.02.2023 - 16:29

Eftir at skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, mikudagin boðaði frá, at hon leggur frá sær, hevur fyrsti møguligi avloysarin bjóðað seg fram.

Tað er heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, sum nú sigur seg vera til reiðar at stilla upp sum formaður í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og sum fyrstiráðharri í Skotlandi.

Humza Yousaf hevur sitið í skotska tjóðartinginum síðani 2011 og hevur eisini havt fleiri ráðharrasessir.

Sturgeon hevur lagt frá sær, tí hon heldur seg ikki vera føra fyri at vera savnandi og kennir seg ov móða til at halda fram.

Ætlandi skal SNP fáa nýggjan formann innan fyri seks vikur, og nýggju leiðarin verður valdur við eini atkvøðugreiðslu millum flokslimirnar, sum endar tann 27. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109