Teldusníkar lata svenskar heimasíður aftur

Teldusníkar lata svenskar heimasíður aftur
- Vónandi hava tit gott tol, men vit noyðast altso at gera hetta, tí tit brenna koranir, siga tey í Anonymous Sudan.
 
19.02.2023 - 16:26


Teldusníkar úr bólkinum, Anonymous Sudan, hava í dag gjørt álvara av hóttanum sínum um at gera seg inn á svenskar heimasíður.

Fleiri svenskar heimasíður eru í dag av hesi orsøk óatkomiligar, og millum annað er talan um fleiri stórar almennar tænastur, ið eru raktar.

- Vit biðja øll ósek fólk í Svøríki um umbering, men í dag leggja vit eina rúgvu av svenskum heimasíðum niður, skrivar teldusníkabólkurin á síni Telegram-rás.

- Vónandi hava tit gott tol, men vit noyðast altso at gera hetta, tí tit brenna koranir, siga tey í Anonymous Sudan.

Tað, at koranir eru brendar undir tiltøkum í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, hevur higartil eisini havt ta avleiðing, at Turkaland er afturhaldandi við at góðkenna Svøríki sum nýtt limaland í NATO.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109