H71 og KÍF spældu seg í finaluna

H71 og KÍF spældu seg í finaluna
H71 er aftur í steypafinaluni í manshondbólti eftir sigur á VÍF, og KÍF vendi uppgerðini ímóti strandingum við tryggum sigri í Kollafirði
Steypagleði: Fegnir kollfirðingar eftir hálfinalusigurin á StÍF. Nú bíðar H71 í finaluni
 
19.02.2023 - 21:07

Tað verða H71 og KÍF, sum bresta saman í steypafinaluni í manshondbólti.

Hoyvíkingar vunnu 32-27 á heimavølli, eftir at fyrra hálvfinalan hóskvøldið endaði við javnleiki í Vestmanna. 

Seinni dysturin var javnur til tveir triðingar vóru spældir. Eftir hetta fór heimaliðið frá VÍF, sum var darvað av, at málverjin, Mladen Mjerimacka, sá út til at vera skaddur.

Í Kollafirði skuldi KÍF venda einum tveymálstapi ímóti StÍF, og tað eydnaðist til fulnar.

Eisini í hesum dystinum gekk javnt á leingi, og í steðginum var støðan 15-15. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk heimaliðið fýra mál á rað, og hóast munurin minkaði niður aftur í tvey mál, megnaði StÍF ikki at fáa KÍF aftur, og síðstu løtuna vaks munurin upp í 31-22.

Hjá kvinnum spældu H71 og Kyndil seg í finaluna í gjár. Finalurnar vera spældar 25 februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981