Grønland vil stytta arbeiðsvikuna

Grønland vil stytta arbeiðsvikuna
Í Danmark er arbeiðsvikan 37 tímar. Landsstýrið her heima ætlar at stytta arbeiðsvikuna og tað vil grønlendska landsstýrið eisini.
Mynd: KNR
 
19.02.2023 - 16:02


Í Danmark er arbeiðsvikan 37 tímar og her hevur landsstýrið sett sær fyri, at føroyska arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar.

Nú er sama ætlan komin fram í Grønlandi, har tey eisini fegin vilja stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar.

Ein av teimum, ið leingi hevur verið fortalari fyri styttri arbeiðsviku, er Anna Wangenheim úr Demokraatit, men nú fær hon eisini undirtøku frá landsstýrisfólkinum, ið varðar av málinum.

- Um landstingið vil hava, at vit kanna málið og gera eitt uppskot um styttri arbeiðsviku, skulu vit sjálvandi gera tað, sigur Jess Svane úr Siumut, sum er landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum.

Hvørki teirra hevur tó eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu stytta arbeiðsvikan skal fíggjast, men at tað skal í øllum førum kannast væl og virðiliga.

Í 2020 gjørdi grønlendska fíggjarmálaráðið ein útrokning, sum vísti, at tað fór at kosta 460 milliónir krónur, um arbeiðsvikan hjá tí almenna varð stytt niður í 35 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109